Entries by bs

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016 Kostnaður fyri atgongumerki: Børn 5 ár og yngri: Ókeypis Børn 6-13 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina Vaksin og børn ≥14 ár: kr. 250,- í forsølu og kr. 350,- við inngongdina Atgongumerki til Bátastevnuna kunnu keypast í forsølu við at flyta kr. 250,- fyri hvønn vaksnan og […]

BÍLEGG PLÁSS Á BÁTASTEVNUNI 20. OG 21. MAI 2016!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo. Eisini kann ringjast til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 15 gerandisdagar. Kostnaðurin fyri pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í […]

Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Umframt bátar eru […]

Tøkk 2015

Nógvir bátar, fleiri húsvognar og umleið 3000 fólk vitjaðu tiltøkini á Bátastevnuna 2015. Og sera gott lag var á øllum. Nú Bátastevnan 2015 er løgd afturum, vilja vit takka øllum fyri eina góða stevnu. Vit veita eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu í Vestmanna, og takk fyri at tit gjørdu tað so hugnaligt […]

Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki

Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki, við Hallur Joensen, Kristinu Bærendsen og Halleluja Sofus, eisini verður lokali Magni Christiansen á palli. Í morgin, Kristi Himmalferðardag koma Coyntry-kongar og prinsessur á pall í Vestmanna, har tey fara at framføra kend og nýggj løg á stórari Countrykonsert á Bátastevnuni, sum er í Vestmanna hetta vikuskifti. Countrykonsertin byrjar hóskvøldið […]

Skráin fyri Bátastevnuna 2015

Hósdagin 14. mai Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli. Fríggjadagin 15. mai Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli. Leygardagin 16. mai Kl. 11.00 – 15.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.

Anne Nørdsti á Bátastevnuni í Vestmanna

Dansibanddronningin úr Norra Anne Nordsti verður at hoyra á Bátastevnuni í Vestmanna 14-16 mai. Anna spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni. Vit síggjas á ársins Bátastevnu í Vestmanna. Les meira […]

X-Factor Finala á Bátastevnuni í Vestmanna

  Føroyski Jógvan og danska Emilia frá X-Factor finaluni, fara at draga nógv fólk til Bátastevnuna í Vestmanna í ár.   Eins og undanfarin ár, so hevur Bátastevnan eisini í ár, eitt stórt úrval av spennandi tilboðum – bæði til ung og eldri. Í ár draga vestmenningar nakað heilt serligt úr hattinum – tí fríggjakvøldið […]

Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin […]