Entries by bs

Bílegg pláss á Bátastevnuni 14 -16 mai 2015!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í […]

Bátastevnan 2015 í tríggjar dagar

Hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan. Bátastevnan varð upprunaliga ætlað til hugnaliga samveru fyri bátafólki. Seinni hevur tað víst seg, at nógv onnur fólk vilja savnast. Umframt bátar er stevnan nú víðkað til eisini at umfata kamping, motorsúkklur o.m.a. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Tvey […]

Elis Poulsen live frá Bátastevnuni 2015

Altíð vælupplagdi verturin frá sendingini “Upp á tá” hjá Kringvarpinum, Elis Poulsen, sendir live á Bátastevnuni fríggjakvøldi 15.mai. Elis fer at lodda dýpið á báta & camping økinum og spæla kendar slagarar innan dansiband musikk í stóra tjaldinum. Bátastevnan 2015

Bátastevnan góða undirtøku

Fyrireikingarnar til Bátastevnuna í Vestmanna ganga væl, og nú er longu klárt at taka ímóti gestum. Fyrstu kampingvognarnir eru longu komnir, og væntast fleiri bátar og kampingvognar í vikuskiftinum, nú veðrið er av tí fagrasta. Fyrsta tiltakið verður longu hóskvøldið, við einum fyrilestri um tosk og makrel – eisini opnar matsølan í Hvonn-tjaldinum hetta kvøldið. […]

Skrá fyri Bátastevnuna 2014

Skrá Hósdagin 15. mai Kl. 19.00 Fyrilestur um makrel/tosk á Fiskivinnuskúlanum við Petur Steingrund Kl. 17.00-24.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum Fríggjadagin 16. mai – Dýri biðidagur Kl. 11.00 Gudstænasta í Vestmanna kirkju Kl. 12.00-01.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum Kl. 16.00-21.00 Tivoli, hoppiborgir v.m. og Bassa tiltak í Tofta-tjaldinum. Tunnubátar í keihylinum Kl. 16.00-20.00 Málningaframsýning v/ Heidi Petersen […]

Forsøla av atgongumerkjum

Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu á hesum støðum: Vestmanna: Handilin hjá Palla Lamhauge, Magn støðin, Skivan og Á-handilin Tórshavn: Kunningarstovan Eisini ber til at skriva teldupost til batastevnan@vestmanna.fo ella ringja tlf. 599350, millum kl 8 og 16 gerandisdagar, og bíleggja atgongumerki. Kostnaður fyri atgongumerki: Børn 5 ár og yngri: Ókeypis […]

X-Factor á Bátastevnu!

  Vilt tú uppliva X-factor vinnararnar 2014, so er at leggja leiðina til Vestmanna fríggjadagin hin 16. mai.   Á Bátastevnuni í ár verður høvið at síggja og hoyra X-factor vinnararnar Antony & Jasmin. Tey framføra í stóra tjaldinum fríggjadagin 16. mai. Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum bæði á sjógvi […]

Bátastevnan 2014 í tveir dagar

Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna   Skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum. Seinni verður nærri kunning løgd á heimasíðuni www.bs.fo  um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a..   Fríggjadagin 16. mai verður ymist undirhald fyri børn. Um […]

Bátastevnan 2014 riggar til

Fyrireikingarnar til stóru bátastevnuna í Vestmanna eru nú farnar í gongd av álvara. Bátastevnan í ár verður fríggjadagin 16. og leygardagin 17. maj. 16. maj er Dýri Biðjudagur og frídagur og hjá teimum flestu er tí talan um tríggjar samanhangandi frídagar. Siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna verður sum vanligt leygardagin. Hetta er tólvta árið, […]