Kunningarskriv til bátar

Til bátar

  • Trygdarnet at leggja millum bátar kunnu heintast í stóra tjaldinum.
  • Samarittar frá Reyða Krossi hava tlf.
  • Norðoya Bjargingarfelag er á Bátastevnuøkinum tlf. nr. 224148 og Ziska hevur tlf. nr. 285900.
  • Vaktarskipið “Brimil” liggur á Vestmanna til sunnudagin. Bráfeingis hjálp fæst við at ringja 288004. Teir lurta altíð á RÁS 16. Um neyðugt kunnu kavarar vera klárir á sjónum eftir 8-10 minuttum.
  • Eru trupulleikar við el-veiting, kannað fyrst leiðingina yvir í el-skápið. Um tú ikki fær tað at rigga, kann ringjast tlf.
  • Plasering av bátum o.a. við bátabrúgvarnar, tlf. 599354.
  • Bátastevnan hevur vakttelefon 599350.
  • Um álvarsligt óhapp hendir ring 112 og boða frá.
  • WC er niðriundir á Havnaskrivstovuni og í WC-vognunum.
  • Brúsubað er í róðrarneystinum.
  • Ókeypis grillaður laksur frá “Hiddenfjord/Luna” fæst í tjaldinum á Hólminum leygardagin frá kl. 18.00
  • Kortið á hinari síðuni er eisini sett upp á økinum – stórt kort.
  • Burturbeining av ruski – víst verður til ruskbingjurnar á kortinum.
  • Heitt verður á bátaeigarar at flyta bátin aftur í seinasta lagi mánadagin 28. mai, um veðrið er til vildar.
  • Næsta Bátastevnan verður 24. og 25. mai 2019.

 

Kunningarskriv til kampingvognar

  • Samarittar frá Reyða Krossi eru á tlf. 283629
  • Norðoya Bjargingarfelag er á Bátastevnuøkinum tlf. nr. 224148 og 285900
  • Um álvarsligt óhapp hendir ring 112 og boða frá
  • Vakttelefonin fyri kampingvognar er nr. 599354
  • Eru trupulleikar við el-veiting, kannað fyrst leiðingina yvir í el-skápið. Um tú ikki fær tað at rigga, kann ringjast tlf. nr 599355.
  • Bátastevnan hevur vakttelefon 599350.
  • WC er niðriundir á Havnaskrivstovuni og í WC-vognunum. Sí kortið á hinari síðuni. Størri kort eru sett upp á økinum.
  • Brúsubað er í róðrarneystinum.
  • Burturbeining av ruski – víst verður til ruskbingjurnar á kortinum..
  • Rottangi við Maskinverkstaðið og Fiskavirkið, sum víst verður til á kortinum
  • Vatn er við Maskinverkstaðið og við Fiskavirkið
  • Næsta Bátastevnan verður 24. og 25. mai 2019

 

Við ynskjum um eina góða Bátastevnu

Bátastevnan í Vestmanna verður í døgunum 24. til 26. mai

 

Hetta er stevnan har bátafólk, kampingfólk og øll onnur eru vælkomin at savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.

 

“Hólmin” eitur nýggi flakin, ið er lagdur í kei-hylin har bátarnir liggja. Góður “bátatónleikur” verður at hoyra á hólmanum.

 

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. Spæliland fyri børn verður á keiøkinum og í lítla tjaldinum.

Hósdagin 24. mai verður “syngið við” tiltak saman við Norrøna Dansiband / Magnus Magnussen.

Fríggjadagin 25. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har Ævintýraferðin og Kularrøtur framføra. Um kvøldið kunnu bátastevnugestir uppliva tónleikaframførslur við Jens Marna Hansen, Janus Wiberg Mortensen og Swangah. At enda spæla Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen í tjaldbarrini.

 

Leygardagin 26. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin “ódnartak” verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.

Leygarkvøldið spælir Norrøna Dansiband góðan “bátatónleik”á Hólmanum. So verða fyrst Eyðun Nolsøe og síðani Shamrock at hoyra á lítla pallinum í tjaldbarrini.

 

Í stóra tjaldinum byrjar Bátastevnudansurin kl. 23.30. Har spæla fyrst FourMen og síðan Signar í Homrum. Í lítla tjaldinum spæla  Danny & The Veetos og Finnur Koba.

 

Nærri kunning um bílegging av atgongumerkjum, báta- og  kampingplássum v.m. sæst á  www.bs.fo  og á Bátastevnu-appini. Har ber eisini til at síggja skránna fyri øll tiltøkini. Um spurningar eru viðv. báta- og kampingplássi ber til at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella við at ringja á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar.

 

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 24., 25 og 26. mai 2018.

Bátastevnan

Skráin fyri Bátastevnuna 2018

Hósdagin 24. mai
Kl. 17.00-23.30 Eta skipar fyri matsølu
Kl. 20.00-23.00 “Syngið við kvøld” saman við Norrøna Dansiband / Magnus Magunssen

Fríggjadagin 25. mai
Kl. 16.00-01.00 Eta hevur matsølu í stóra tjaldinum
Kl. 16.00-21.00 Spæliland fyri børn á kei-økinum og í lítla tjaldinum
Kl. 17.30 Bassatiltak á kei-økinum og í lítla tjaldinum
Kl. 19.00 Barnatiltak við Ævintýraferðini
Kl. 20.00 Kularrøtur framføra
Kl. 21.00-22.15 Jens Marni Hansen
Kl. 22.15-22.45 Janus Wiberg Mortensen
Kl. 22.45-23.30 Swangah
Kl. 23.30-00.30 Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen á lítla pallinum

Leygardagin 26. mai
Kl. 12.00-04.00 Eta hevur matsølu í stóra tjaldinum
Kl. 14.00-21.00 Spæliland fyri børn á kei-økinum og í lítla tjaldinum
Kl. 14.30 Sigling av Fútakletti inn á Vestmanna
Kl. 15.30 Ókeypis suppa o.a. gott til allar bátastevnugestir í stóra tjaldinum
Harmonikutónleikur aftur við suppuni
Kl. 16.00 Bjargingarroynd á vágni við verjuskipi, bátum og tyrlu
Kl. 16.30 Kappróður – ódnartak
Kl. 19.00-21.00 Norrøna Dansiband á “Hólminum”
Kl. 21.00-22.00 Eyðun Nolsøe á lítla pallinum
Kl. 22.00-23.30 Shamrock framføra írskan fólkatónleik á lítla pallinum
Kl. 23.30-04.00 FourMen og Signar í Homrum spæla til dans í stóra tjaldinum
Kl. 01.00-04.00 Danny & The Veetos og Finnur Koba spæla í minna tjaldinum

Náttbussurin: Úr Vestmanna frá Disvoy fríggjakvøldið 25. mai kl. 01.00 og leygarkvøldið
26. mai kl. 04.30.   www.facebook.com/nattbussurin/taxi

Bátastevnan 2018 verður 24-26 mai.

Ársins Bátastevna á Vestmanna verður í døgunum 24-26 mai. Skráin fyri tiltakið kemur út um stutta tíð, men atgongumerkir kunnu keypast inni á Bátastevnu appini, sum er til Iphone & Anroid. Samstundis bert til at ogna sær atgongumerkir inni á ebillett.fo

Vit síggjast til 3 hugnaligar dagar í Vestmanna síst í mai

Bátastevnan

Takk fyri Bátastevnuna 2017

Vit vilja veita eina inniliga tøkk til øll hjálparfólkini o.o., sum hava gjørt eitt stórt arbeiði í sambandi við Bátastevnuni 2017. Uttan tykkara dygga stuðul hevði tað ikki eydnast so væl við tiltakinum.
Somuleiðis vilja vit takka øllum bátastevnugestum fyri eina góða Bátastevnun 2017.
Bátastevna verður aftur hin 25. og 26. mai 2018.
Bátastevnunevndin

Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Hetta er sekstandi árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu. Bátafólk, kampingfólk og øll onnur sum hava hug, savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.
Við bátabrúgvarnar eru hentleikar so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a. Somu hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar.
Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. RIB62 hevur heitar pottar og sauna. Hoppiborgir verða á keiøkinum og í minna tjaldinum.

Fríggjadagin 19. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har m.o. Fívlar og Danny & The Veetos framføra. Um kvøldið verður rimmar konsert við The Dubliners Legends. Kend løg sum “Wild Rover”, “Whiskey in the Jar”, “Dirty old Town” o.o. verða at hoyra. Aftaná spælir Eyðun Nolsøe í tjaldbarrini.

Leygardagin 20. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin “ódnartak” verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.
Leygarkvøldið undirhalda Magni Christiansen og Shamrock í stóra tjaldinum. Síðan verður dansur við Signar í Homrum og Kim Hansen. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Danny & The Veetos, Swangah og Finnur Koba.

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 19. og 20. mai 2017.