Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Hetta er sekstandi árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu. Bátafólk, kampingfólk og øll onnur sum hava hug, savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.
Við bátabrúgvarnar eru hentleikar so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a. Somu hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar.
Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. RIB62 hevur heitar pottar og sauna. Hoppiborgir verða á keiøkinum og í minna tjaldinum.

Fríggjadagin 19. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har m.o. Fívlar og Danny & The Veetos framføra. Um kvøldið verður rimmar konsert við The Dubliners Legends. Kend løg sum “Wild Rover”, “Whiskey in the Jar”, “Dirty old Town” o.o. verða at hoyra. Aftaná spælir Eyðun Nolsøe í tjaldbarrini.

Leygardagin 20. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin “ódnartak” verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.
Leygarkvøldið undirhalda Magni Christiansen og Shamrock í stóra tjaldinum. Síðan verður dansur við Signar í Homrum og Kim Hansen. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Danny & The Veetos, Swangah og Finnur Koba.

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 19. og 20. mai 2017.

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016

Kostnaður fyri atgongumerki:
Børn 5 ár og yngri: Ókeypis
Børn 6-13 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina
Vaksin og børn ≥14 ár: kr. 250,- í forsølu og kr. 350,- við inngongdina
Atgongumerki til Bátastevnuna kunnu keypast í forsølu við at flyta kr. 250,- fyri hvønn vaksnan og kr. 80,- ~fyri hvørt barnið á konto í Bank Nordik 6460-1612087
Prenta bankaflytingina út og vís hana fram í atgongumerkjabúðuni á økinum. So verða atgongumerkini útflýggjað.

Atgongumerki kunnu eisini keypast í forsølu í hesum handlum í Vestmanna: Á-handlinum, hjá Palla Lamhauge og Magnstøðini.

BÍLEGG PLÁSS Á BÁTASTEVNUNI 20. OG 21. MAI 2016!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo. Eisini kann ringjast til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 15 gerandisdagar.

Kostnaðurin fyri pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 13. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað / sent við postinum.

Eftir 13. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum. Møguleiki verður at síggja sítt bátapláss á www.bs.fo .

 

Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Umframt bátar eru eisini kampingvognar, sum í hópatali vitja á Bátastevnuni.  

Bátabrúgvar verða gjørdar klárar eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til bátar so sum el- og vatnveiting, trygdararútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.

Somu týðandi hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar, sum kunnu setast á økið í vikuna undan Bátastevnuni.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar í tveimum tjøldum, sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum

 

Fríggjadagin 20. mai verða hoppiborgir o.a. fyri børn í tí minna tjaldinum. Í stóra tjaldinum verður ymist undirhald fyri børn og ung. Um kvøldið verður countrytónleikur. Aftaná spæla Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen.

 

Leygardagin 21. mai verður felags sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll vitjandi ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har felags sangur og harmonikutónleikur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu. Aftaná bjargingarroyndina verður kappróður, sokallaða “ódnartakið”, har allar bátastøddir kappast á stuttum teini, einans 150 metrar.

Leygarkvøldið undirhalda “Shamrock” við írskum fólkatónleiki í stóra tjaldinum og síðan  verður dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum og legendariska “Countrybólkinum” úr Klaksvík. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Signar í Homrum og Pállur Finnur Páll.

 

Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo  um onnur tiltøk, bílegging av atgongumerkjum, bílegging av bátaplássum og plássum til kampingvognar v.m.

 

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.

Bátastevnan

Tøkk 2015

Mynd 1Bátar 2

Nógvir bátar, fleiri húsvognar og umleið 3000 fólk vitjaðu tiltøkini á Bátastevnuna 2015. Og sera gott lag var á øllum.

Nú Bátastevnan 2015 er løgd afturum, vilja vit takka øllum fyri eina góða stevnu. Vit veita eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu í Vestmanna, og takk fyri at tit gjørdu tað so hugnaligt at halda Bátastevnu, hóast veðrið ikki var til vildar. Vissuliga var undirtøkan sera góð, har út við 3000 fólk vóru til tiltøkini á Bátastevnuni. Harumframt var eitt ókent tal av gestum, sum nýttu høvið til at vitja familju, vinir og kenningar, og annars bara uppliva stemningin og góða hýrin á folki. Takk til bygdafólkið, sum tók so væl undir við stevnuni og øll sum hjálptu til og stuðlaðu.

Bátastevna verður aftur í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.