Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Umframt bátar eru eisini kampingvognar, sum í hópatali vitja á Bátastevnuni.  

Bátabrúgvar verða gjørdar klárar eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til bátar so sum el- og vatnveiting, trygdararútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.

Somu týðandi hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar, sum kunnu setast á økið í vikuna undan Bátastevnuni.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar í tveimum tjøldum, sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum

 

Fríggjadagin 20. mai verða hoppiborgir o.a. fyri børn í tí minna tjaldinum. Í stóra tjaldinum verður ymist undirhald fyri børn og ung. Um kvøldið verður countrytónleikur. Aftaná spæla Sámal Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen.

 

Leygardagin 21. mai verður felags sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll vitjandi ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har felags sangur og harmonikutónleikur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu. Aftaná bjargingarroyndina verður kappróður, sokallaða “ódnartakið”, har allar bátastøddir kappast á stuttum teini, einans 150 metrar.

Leygarkvøldið undirhalda “Shamrock” við írskum fólkatónleiki í stóra tjaldinum og síðan  verður dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum og legendariska “Countrybólkinum” úr Klaksvík. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Signar í Homrum og Pállur Finnur Páll.

 

Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo  um onnur tiltøk, bílegging av atgongumerkjum, bílegging av bátaplássum og plássum til kampingvognar v.m.

 

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.

Bátastevnan

Tøkk 2015

Mynd 1Bátar 2

Nógvir bátar, fleiri húsvognar og umleið 3000 fólk vitjaðu tiltøkini á Bátastevnuna 2015. Og sera gott lag var á øllum.

Nú Bátastevnan 2015 er løgd afturum, vilja vit takka øllum fyri eina góða stevnu. Vit veita eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu í Vestmanna, og takk fyri at tit gjørdu tað so hugnaligt at halda Bátastevnu, hóast veðrið ikki var til vildar. Vissuliga var undirtøkan sera góð, har út við 3000 fólk vóru til tiltøkini á Bátastevnuni. Harumframt var eitt ókent tal av gestum, sum nýttu høvið til at vitja familju, vinir og kenningar, og annars bara uppliva stemningin og góða hýrin á folki. Takk til bygdafólkið, sum tók so væl undir við stevnuni og øll sum hjálptu til og stuðlaðu.

Bátastevna verður aftur í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.

Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki

Hósdagin14.mai-1

Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki, við Hallur Joensen, Kristinu Bærendsen og Halleluja Sofus, eisini verður lokali Magni Christiansen á palli.

Í morgin, Kristi Himmalferðardag koma Coyntry-kongar og prinsessur á pall í Vestmanna, har tey fara at framføra kend og nýggj løg á stórari Countrykonsert á Bátastevnuni, sum er í Vestmanna hetta vikuskifti.
Countrykonsertin byrjar hóskvøldið kl. 19.30, har Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Halleluja Sofus og Magni Christiansen fara at undirhalda við góðum tónleiki, bæði eginframleiðsla og góð gomul kend løg.

Økið letur upp kl. 17.00 har møguleiki eisini er at keypa sær okkurt til matna.

Skráin fyri Bátastevnuna 2015

skrain

Hósdagin 14. mai
Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.
Fríggjadagin 15. mai
Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.
Leygardagin 16. mai
Kl. 11.00 – 15.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.

Anne Nørdsti á Bátastevnuni í Vestmanna

anne

Dansibanddronningin úr Norra Anne Nordsti verður at hoyra á Bátastevnuni í Vestmanna 14-16 mai. Anna spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni. Vit síggjas á ársins Bátastevnu í Vestmanna.

Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo.

X-Factor Finala á Bátastevnuni í Vestmanna

jogvan
_mg_7907

 

Føroyski Jógvan og danska Emilia frá X-Factor finaluni, fara at draga nógv fólk til Bátastevnuna í Vestmanna í ár.

 

Eins og undanfarin ár, so hevur Bátastevnan eisini í ár, eitt stórt úrval av spennandi tilboðum – bæði til ung og eldri.

Í ár draga vestmenningar nakað heilt serligt úr hattinum – tí fríggjakvøldið 15. mai kl. 20.00, bjóðar Bátastevnan øllum føroyingum til X-Factor finalu, í stóra teltinum á bryggjuni.

Avtala er gjørd, bæði við fólkakæra føroyska finalistin Jógvan og danska vinnarin í X-Factor finaluni Emiliu Esther, um at koma til Vestmanna á Bátastevnuna. So talan er um eina ektaða X-Factor finalu konsert.

Fyrireikarnir eru sum vera mann sera takksamir og glaðir fyri, at tað hevur eydnast at fingið tvey so stór nøvn til Bátastevnuna í ár. Jógvan og Emiliu eru bæði nógv frammi í løtuni, og eru tey sera væl umtókt. Jógvan er eitt heitt navn í Danmark og Emilia er í hesum døgum á rundferð í USA. At tað hevur eydnast at fingið báðar X-Factor finalistarnir til Føroyar – og enn tá á sama pall, kemur við vissu at draga heilt nógv fólk til Vestmanna á Bátasetevnuna í ár.

Bátastevnan verður 14., 15. og 16. mai. Meira kann lesast um stóra tiltakið í Vestmanna á www.bs.fo

Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin av upplivingum ríkari, áðrenn kósin verður sett heim aftur. Somuleiðis verður klárt at koma við húsvogninum eina viku áðrenn, og seta hann á havnalagnum í Vestmanna.

Leygardagin 16. mai hava øll fría atgongd at fáa sær suppu við onkrum góðum afturvið, tá bátarnir eru komnir inn umleið kl. 15.30.

Allar dagarnar verður skipað fyri matsølu í stóra tjaldinum. Av tiltøkum sum verða á Bátastevnuni í ár kunnu nevnast:

Hósdagin 14. mai, Kristi himmalferðadag verður Countrykonsert við m.ø. Halli Joensen, Kristinu Bærentsen og Halleluja Sofus.

Fríggjadagin 15. mai verður nýggj framførsla við Ævintýraferðini, og um kvøldið hevur Elis Poulsen beinleiðis “Upp á tá” sending í útvarpinum, har hann fær vitjan av limum úr norska dansibandbólkinum “Holmsve”.

Leygardagin 16. mai verður felags sigling av Fútakletti og inn á Vestmanna kl. 14.30, har gamli postbáturin “Ólavur” siglir á odda. Ókeypis suppa verður í tjaldinum. Bjargingarroynd við luttøku av tyrlu og verjuskipi verður beint aftaná innsiglingina. Vælumtókta kappróðrartiltakið “Ódnartak” verður á vágni, har kappróðrarbátar kappast á heilt stuttum róðrarteini. Shamrock undirhalda í stóra tjaldinum um kvøldið við írskum fólkatónleiki. Kl.23.30 byrjar stórdansurin við Føroya besta dansibólki í løtuni “Hans Jacob Hjelm & vinmenn” og norska dansibandbólkinum “Holmsve”. Í lítla tjaldinum spælir Signar í Homrum & Co frá kl. 23.30. Dansurin endar kl. 04.00 í báðum støðum.

 

Keyp atgongumerki og bílegg fast pláss á Bátastevnuni !

Atgongumerki til øll tiltøkini kunnu keypast í forsølu, sí nærri á www.bs.fo. Kostnaður fyri vaksin er 250 kr og fyri børn 80 kr. Við inngongdina er prísurin 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri børn.

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar. Sí nærri á www.bs.fo.

Bílegg pláss á Bátastevnuni 14 -16 mai 2015!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar

Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað / sent við postinum.

Eftir 8. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum. Møguleiki verður at síggja sítt bátapláss á www.bs.fo .