Skráin fyri Bátastevnuna 2015

skrain

Hósdagin 14. mai
Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.
Fríggjadagin 15. mai
Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.
Leygardagin 16. mai
Kl. 11.00 – 15.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.

Anne Nørdsti á Bátastevnuni í Vestmanna

anne

Dansibanddronningin úr Norra Anne Nordsti verður at hoyra á Bátastevnuni í Vestmanna 14-16 mai. Anna spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni. Vit síggjas á ársins Bátastevnu í Vestmanna.

Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo.

X-Factor Finala á Bátastevnuni í Vestmanna

jogvan
_mg_7907

 

Føroyski Jógvan og danska Emilia frá X-Factor finaluni, fara at draga nógv fólk til Bátastevnuna í Vestmanna í ár.

 

Eins og undanfarin ár, so hevur Bátastevnan eisini í ár, eitt stórt úrval av spennandi tilboðum – bæði til ung og eldri.

Í ár draga vestmenningar nakað heilt serligt úr hattinum – tí fríggjakvøldið 15. mai kl. 20.00, bjóðar Bátastevnan øllum føroyingum til X-Factor finalu, í stóra teltinum á bryggjuni.

Avtala er gjørd, bæði við fólkakæra føroyska finalistin Jógvan og danska vinnarin í X-Factor finaluni Emiliu Esther, um at koma til Vestmanna á Bátastevnuna. So talan er um eina ektaða X-Factor finalu konsert.

Fyrireikarnir eru sum vera mann sera takksamir og glaðir fyri, at tað hevur eydnast at fingið tvey so stór nøvn til Bátastevnuna í ár. Jógvan og Emiliu eru bæði nógv frammi í løtuni, og eru tey sera væl umtókt. Jógvan er eitt heitt navn í Danmark og Emilia er í hesum døgum á rundferð í USA. At tað hevur eydnast at fingið báðar X-Factor finalistarnir til Føroyar – og enn tá á sama pall, kemur við vissu at draga heilt nógv fólk til Vestmanna á Bátasetevnuna í ár.

Bátastevnan verður 14., 15. og 16. mai. Meira kann lesast um stóra tiltakið í Vestmanna á www.bs.fo

Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin av upplivingum ríkari, áðrenn kósin verður sett heim aftur. Somuleiðis verður klárt at koma við húsvogninum eina viku áðrenn, og seta hann á havnalagnum í Vestmanna.

Leygardagin 16. mai hava øll fría atgongd at fáa sær suppu við onkrum góðum afturvið, tá bátarnir eru komnir inn umleið kl. 15.30.

Allar dagarnar verður skipað fyri matsølu í stóra tjaldinum. Av tiltøkum sum verða á Bátastevnuni í ár kunnu nevnast:

Hósdagin 14. mai, Kristi himmalferðadag verður Countrykonsert við m.ø. Halli Joensen, Kristinu Bærentsen og Halleluja Sofus.

Fríggjadagin 15. mai verður nýggj framførsla við Ævintýraferðini, og um kvøldið hevur Elis Poulsen beinleiðis “Upp á tá” sending í útvarpinum, har hann fær vitjan av limum úr norska dansibandbólkinum “Holmsve”.

Leygardagin 16. mai verður felags sigling av Fútakletti og inn á Vestmanna kl. 14.30, har gamli postbáturin “Ólavur” siglir á odda. Ókeypis suppa verður í tjaldinum. Bjargingarroynd við luttøku av tyrlu og verjuskipi verður beint aftaná innsiglingina. Vælumtókta kappróðrartiltakið “Ódnartak” verður á vágni, har kappróðrarbátar kappast á heilt stuttum róðrarteini. Shamrock undirhalda í stóra tjaldinum um kvøldið við írskum fólkatónleiki. Kl.23.30 byrjar stórdansurin við Føroya besta dansibólki í løtuni “Hans Jacob Hjelm & vinmenn” og norska dansibandbólkinum “Holmsve”. Í lítla tjaldinum spælir Signar í Homrum & Co frá kl. 23.30. Dansurin endar kl. 04.00 í báðum støðum.

 

Keyp atgongumerki og bílegg fast pláss á Bátastevnuni !

Atgongumerki til øll tiltøkini kunnu keypast í forsølu, sí nærri á www.bs.fo. Kostnaður fyri vaksin er 250 kr og fyri børn 80 kr. Við inngongdina er prísurin 300 kr fyri vaksin og 100 kr fyri børn.

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar. Sí nærri á www.bs.fo.

Bílegg pláss á Bátastevnuni 14 -16 mai 2015!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar

Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað / sent við postinum.

Eftir 8. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum. Møguleiki verður at síggja sítt bátapláss á www.bs.fo .

 

Bátastevnan 2015 í tríggjar dagar

Hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai verður árliga batafestival5Bátastevnan.

Bátastevnan varð upprunaliga ætlað til hugnaliga samveru fyri bátafólki. Seinni hevur tað víst seg, at nógv onnur fólk vilja savnast. Umframt bátar er stevnan nú víðkað til eisini at umfata kamping, motorsúkklur o.m.a. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Tvey tjøld verða sett upp, har øll tiltøkini verða. Matsøla verður allar stevnudagarnar í sera hugnaligum umhvørvi á kei-økinum.

Aftaná innsiglingina av Fútakletti leygardagin 16. mai fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum.

Hósdagin 14. mai verður Countrykonsert, har m.o. Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og Sofus Hansen (Halleluja Sofus) luttaka.

Fríggjdagin 15. mai verður undirhald fyri børn og ung. Um kvøldið verður “Upp á tá” sending í stóra tjaldinum við Elisi Poulsen send beinleiðis í útvarpinum.

Leygardagin 16. mai verður tann stóri dagurin við felagsinnsigling av Fútakletti inn á Vestmanna, bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu, suppa, tónleikur. Um kvøldið verður stórdansur við Hans Jakku Hjelm og norska dansibandorkestrinum Holmsve.

Bátastevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2002. Undirtøkan hevur verið sera góð. Seinnu árini hevur stevnan verið framúr væl vitjað.

Nærri kunning verður á heimasíðuni um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a..

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna í mai 2015.

Bátastevnan

Elis Poulsen live frá Bátastevnuni 2015

Elis Poulsen
Altíð vælupplagdi verturin frá sendingini “Upp á tá” hjá Kringvarpinum, Elis Poulsen, sendir live á Bátastevnuni fríggjakvøldi 15.mai. Elis fer at lodda dýpið á báta & camping økinum og spæla kendar slagarar innan dansiband musikk í stóra tjaldinum.
Bátastevnan 2015

Føroyskur og Norðurlendskur dansibandmusikkur á Bátastevnuni 2015.

hans jacob og co Í samband við Bátastevnuna 2015, so hava fyriskiparanir fingið Holmsve úr Norra og Hans Jacob og Vinmenn, at spæla til tann vælumtókta stórdansin á Bátastevnuni.
Hans Jacob og Vinmenn eru væl kendir her á landi og verða teir fløguaktuellir um ikki so langa tíð. Sum skilst so er fínpussingin eftir av fløguni, so her er nógv at gleða seg til.
Holmsve úr Norra eru ikki minni kendir fyri sín musikk, innan hesa tónleika sjangru. Teir spæla árið runt til festivalar, dansitiltøk og um veturin plaga teir at verða sunnanfyri og spæla fyri norðurlendingum sum ferðast í heitaru londunum.
Eitt av kendu løgnum hjá Holmsve er “Linedansbølgen” og man hetta og mong onnur ikki verða at hoyra leygarkvøldi á Bátastevnuni. Meiri kunning um Holmsve fæst við at vitjá www.holmsve.no
Bátastevnan 2015

Bátastevnan góða undirtøku

Fyrireikingarnar til Bátastevnuna í Vestmanna ganga væl, og nú er longu klárt at taka ímóti gestum. Fyrstu kampingvognarnir eru longu komnir, og væntast fleiri bátar og kampingvognar í vikuskiftinum, nú veðrið er av tí fagrasta. Fyrsta tiltakið verður longu hóskvøldið, við einum fyrilestri um tosk og makrel – eisini opnar matsølan í Hvonn-tjaldinum hetta kvøldið.

Nógvar tilmeldingar eru komnar, bæði til báta- og kampingpláss, so roknast kann við at tað verður sera góð undirtøka fyri Bátastevnuni aftur í ár. Hóast nógvu tilmeldingar, so er tað tó enn møguligt at tryggja sær pláss til bátin ella húsvognin. Økið til húsvognar verður uppbýtt soleiðis, at bæði familjur og onnur sum eru komin fyri at hugna sær, fáa tað sum tey ynskja sær.

Eins og undanfarin ár, verður tann stóri dagurin leygardagin 17. mai, tá ið allur bátaflotin savnast við Fútaklett kl. 14.30, og harfrá siglir inn á Vestmanna, har suppa o.a. gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum á kei-økinum báðar dagarnar, Hvonn-tjaldið verður opið allar dagarnar, har teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. verður at fáa. Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin á kei-økinum har Kim Hansen og Vestmenn spæla til dans.

Fríggjadagin 16. mai verður skipað fyri einum stórum barna- og ungdómstiltaki í stóra tjaldinum á kei-økinum, við luttøku av Anthony og Jasmin, ársins X-factor vinnarar, og Ævintýraferðini við Búa Dam og Dánjali á Neystabø.

Á heimasíðuni bs.fo er tilmelding fyri húsvognar og bílegging av føstum plássum til bátar. Bátar og húsvognar eru vælkomnir til Vestmanna eina viku frammanundan.

Atgongumerki til tiltøkini kunnu keypast í forsølu við munandi avsláttri, í Á-handlinum, Hjá Palla og Magn í Vestmanna og Kunningarstovuni í Tórshavn.

Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar Bátastevnu í Vestmanna hósdagin 15. til leygardagin 17. mai. Neyvari kunning um skránna er at síggja á bs.fo

Við Bátastevnu kvøðu

Bátastevnan 2014