Skrá fyri Bátastevnuna 2014

Skrá

Hósdagin 15. mai

Kl. 19.00 Fyrilestur um makrel/tosk á Fiskivinnuskúlanum við Petur Steingrund

Kl. 17.00-24.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum

Fríggjadagin 16. mai – Dýri biðidagur

Kl. 11.00 Gudstænasta í Vestmanna kirkju

Kl. 12.00-01.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum

Kl. 16.00-21.00 Tivoli, hoppiborgir v.m. og Bassa tiltak í Tofta-tjaldinum. Tunnubátar í keihylinum

Kl. 16.00-20.00 Málningaframsýning v/ Heidi Petersen í Seglhúsinum

Kl. 19.00 Ævintýraferðin, Gyklarin og Anthony & Jasmin frá X-Faktor í Hvonn-tjaldinum

Kl. 21.00 Konsert við Grandma`s Basement í Hvonn-tjaldinum

Kl. 23.00-01.00 Shamrock spæla írskan fólkatónleik í Hvonn-tjaldinum

Leygardagin 17. mai

Kl. 12.00-04.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum

Kl. 14.00-21.00 Tivoli, hoppiborgir v.m. í Tofta-tjaldinum. Tunnubátar í keihylinum.

Kl. 14.30 Sigling av Fútakletti inn á Vestmanna

Kl. 15.30 Suppa v.m. í Hvonn-tjaldinum

Kl. 16.00 Harmonikutónleikur í Hvonn-tjaldinum

Kl. 16.00-20.00 Málningaframsýning v/ Heidi Petersen í Seglhúsinum

Kl. 17.00 Bjargingarroynd á vágni við verjuskipi, bátum og tyrlu

Kl. 17.30 Vestmannatónar í Hvonn-tjaldinum

Kl. 18.00 Helgi Jacobsen, VÍF 75 ár. Framløga á Staðnum

Kl. 19.00-21.00 Tónleikur v/ Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen í Hvonn-tjaldinum

Kl. 21.00 Tónleikur v/ Vinjar Egilsnes Petersen og Jórunn Gudmundsen

Kl. 22.00 Tónleikur v/ Róin Siggertson & Magna Christiansen

Kl. 23.30 Ungdómsdiskotek við Eyðfinn Jensen í Tofta-tjaldinum

Kl. 23.30 Dansur í Hvonn-tjaldinum við Kim Hansen-band og Vestmonnum

Sunnudagin 18. mai

Kl.11.00 Guðstænasta í Vestmanna kirkju v/ Marjun Bæk, presti

Kl. 16.00-20.00 Málningaframsýning v/ Heidi Petersen í Seglhúsinum

Náttbussurin koyrir soleiðis fríggjadagin:                                  Náttbussurin koyrir soleiðis leygardagin:

Úr Vestmanna Kl. 01.00                                                                              Úr Vestmanna Kl. 24.00 og eftir dansin

Úr Havn Kl. 01.00

(Fráferð úr Vestmanna er frá Torginum og úr Havn frá Steinatúni)

Atgongumerkið verður býtt um við eitt armband. Armbond verða útflýggjað í einum skúri á keiini hósdagin 15. mai kl.17.30-21.00, fríggjadagin 16. mai kl. 15.00-24.00 og leygardagin 17. mai kl. 13.00-04.00.

Forsøla av atgongumerkjum

Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu á hesum støðum:

Vestmanna: Handilin hjá Palla Lamhauge, Magn støðin, Skivan og Á-handilin

Tórshavn: Kunningarstovan Eisini ber til at skriva teldupost til batastevnan@vestmanna.fo ella ringja tlf. 599350, millum kl 8 og 16 gerandisdagar, og bíleggja atgongumerki.

Kostnaður fyri atgongumerki:

  • Børn 5 ár og yngri: Ókeypis
  • Børn 6-12 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina
  • Vaksin og børn >13 ár: kr. 195,- í forsølu og kr. 250,- við inngongdina

X-Factor á Bátastevnu!

Tórarin 4

 

Vilt tú uppliva X-factor vinnararnar 2014, so er at leggja leiðina til Vestmanna fríggjadagin hin 16. mai.

 

Á Bátastevnuni í ár verður høvið at síggja og hoyra X-factor vinnararnar Antony & Jasmin. Tey framføra í stóra tjaldinum fríggjadagin 16. mai.

Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum bæði á sjógvi og landi. Her verður langteinakappróður, sigling av Fútakletti inn á Vestmanna og bjargingarroynd, tivoli, hoppiborgir, matsøla, tónleikur o.a. undirhald fyri børn, ung og vaksin.

 

Fríggjadagin 16. mai trína X-factor vinnararnir, Antony & Jasmin á pallin. Aftaná verður konsert við Grandmas Basement.

Leygardagin 17. mai  verður siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna. Borðreitt verður við suppu o.ø. góðum afturvið eins og  felagssangur og harmonikutónleikur verður í stóra tjaldinum.

Leygarkvøldið verður dansur har Kim Hansen og Vestmenn spæla. Eisini verður skipað fyri ungdómsdiskoteki við Eyðfinni Jensen.

Anthony JasminX-Factor á Bátastevnu!

Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu.

Bátastevnan 2014 í tveir dagar

Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna

 

Skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum. Seinni verður nærri kunning løgd á heimasíðuni www.bs.fo  um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a..

 

Fríggjadagin 16. mai verður ymist undirhald fyri børn. Um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum har kendir tónleikarar luttaka. Skipað verður fyri matsølu v.m. í tjaldinum.

Leygardagin 17. mai verður suppa o.a. gott at fáa aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltøk við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í tjaldinum.

 

Aftur í ár bjóða vit øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu í Vestmanna fríggjadagin 16 og leygardagin 17. mai.

Bátastevnan 2014 riggar til

Fyrireikingarnar til stóru bátastevnuna í Vestmanna eru nú farnar í gongd av álvara. Bátastevnan í ár verður fríggjadagin 16. og leygardagin 17. maj. 16. maj er Dýri Biðjudagur og frídagur og hjá teimum flestu er tí talan um tríggjar samanhangandi frídagar. Siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna verður sum vanligt leygardagin.

Hetta er tólvta árið, at Bátastevnan er í Vestmanna. Undirtøkan og áhugin fyri stevnuni er støðugt vaksin og fólk hava latið væl at fyrireikingunum. Treyðugt so hevur veðrið nógv at siga, men veðrið hevur ongantíð verið tann stóra forðingin. Onkrar stevnur minnast vit fyri sjáldsamt dýrdarveður við bakandi sól og aðrar minnast vit fyri so nógvan vind, at bátarnir ikki sluppu avstað aftur sunnudag.

Tá fyrsta Bátastevnan byrjaði, visti eingin við vissu, hvørja lagnu hendan stevnan fór at fáa. Nú tólv ár eru liðin, hevur stevnan bitið seg so fast í hugan hjá bæði teimum, sum eiga bát og húsvogn og øðrum stevnuhugaðum fólki, at nevnir tú bátastevnu, so vita fólk, at talan er um Bátastevnuna í Vestmanna. At bátar eisini vitja á aðrar bátastevnur og luttaka í regattasigling er sjálvandi hugaligt, men Bátastevnan í Vestmanna eigur munin.

Bátastevnan hevur somuleiðis bitið seg fasta í kalendaran hjá fólki. Nógv taka sær ein ella tveir frídagar hetta vikuskiftið í maj og sjálvt útisiglarar royna, um tað ber til, at laga vaktirnar soleiðis, at teir kunnu vera heima á Bátastevnuni.

Tað var VÍF, sum tók stig til at skipa fyri fyrstu Bátastevnuni í 2002. Endamálið var at savna pening til nýggja kappróðrarneystið, har stórur tørvur var á peningi at gera húsið liðugt og at reka tað. Frá byrjan var málið eisini at seta Vestmanna í fokus nakrar dagar í maj og at savna vestmenningar og avbygdafólk til hugna á havnarlagnum.

Eitt var at fáa kappróðrarbátarnar undir tak, annað var at gera gomlu Mariannusagrund til eitt rættiligt venjingarhøli við trivnaði og sosialum umhvørvi. Hetta málið var rokkið í 2010 og væl er komið burturúr.

STÓRT  FYRIREIKINGARARBEIÐI

Tey fyrstu árini skipaði nevndin hjá VÍF fyri Bátastevnuni og eitt av tungu tøkunum hjá nevndini í 2006 var at útvega bátabrúgvarnar, bæði fyri at gera tað høgligari hjá bátum og fólki og fyri trygdina. Framman undan høvdu bátarnir ligið uttan á hvørjum øðrum.

Fyrireikingararbeiðið til eina slíka bátastevnu er stórt, tí hesar dagarnar er Vestmanna er vertur fyri millum 3000-4000 fólkum. Í 2007 var tí ein serstøk Bátastevnunevnd sett at skipa fyri tiltakinum. Eini 60-70 fólk hava antin rigga til, staðið á vaktum undir Bátastevnuni ella rudda upp dagarnar aftaná. Brúgvar skulu haldast viðlíka, leggjast út og takast uppaftur. Bátar og skip taka brúgvarnar upp á sleip og kranabilar átaka sær tunga lyfting á landi. Alt er ólønt og sjálvboði arbeiði og talan er um eitt ótal av tímum, sum fyrireikararnir við góðum huga hava lagt í hesar stevnurnar.

Bátastevnan hvílir sum so ongantíð, tí okkurt er at taka støðu til alt árið. Men fyrireikararnir hava havt mest at gera frá februar til juni. Tá handaliga arbeiðið á bryggjuni liggur í dvala, snýr tað seg um at samskifta við luttakandi bátafelagsskapir, húsvagnafeløg, ítróttarfeløg, myndugleikar, motorsúkklur og gongufeløg. Somuleiðis samskiftir nevndin við stuðlar, fjølmiðlar og ymsar heimasíður.

UNDIRTØKAN NÓGV VAKSIN

Bátastevnan er víðkað í vavi síðani hon byrjaði. Fyrstu árini vóru tað mest bátar, sum komu. Síðani løgdust húsvognar afturat. Nýggjar brúgvar eru útvegaðar og umfatandi el-útgerð og vatnveiting er riggað til á havnarlagnum. Brúgvarnar hevur Bátastevnan fingið sum gávu frá alifyritøkum. Tjøldini á bryggjuni hava somuleiðis havt stóran týdning. Í 2008 leigaði bátastevnunevndin tjald frá bátafelagnum á Toftum, men í 2013 leigaði nevndin eitt størri tjald úr Klaksvík.

Suppu- og snapsatølini vísa, hvussu nógv undirtøkan fyri Bátastevnuni er vaksin. Øll, sum á einhvønn hátt eru gestir á Bátastevnuni, fáa suppu, øl og snaps, tá bátarnir leggja at landið leygardag seinnapart. Í 2002 fingu eini 300 suppu, snaps og øl. Tey seinastu árini er talið komið upp í umleið 1700. Tað krevur góð fólk og neyva tilrættalegging at skipa fyri mati til so nógv fólk. Og annar matur enn suppa er á skránni. Í 2006 byrjaði eitt dreingjalið hjá VÍF at selja búffar. Árið eftir tóku næmingar á Fiskivinnuskúlanum yvir og í 2012 og 2013 hevur Hotel Føroyar staðið fyri matsøluni.

TRYGDIN STÓRAN TÝDNING

Ein sera týðandi partur av fyrireikingunum er trygdin á sjónum. Bátastevnan  samstarvar við Vørn, Norðoya Bjargingarfelag og bjargingarbátarnar Ziska og Lív, umframt Vestmanna sløkki- & bjargingarlið. Í hesum sambandi er bjargingarroynd fastur táttur á stevnuni. Bátastevnunevndin leggur eisini alstóran dent á trygdina á landi og havnarlagnum. Tí er skipað samstarv við m.a. løgregluna, og samarittar hjá Reyða Krossi eru á vakt meðan stevnan er.

Til 2013 var undirhaldið í sambandi við stevnuna eitt sindur spjatt. Umframt bátavirksemið á havnarlagnum vórufleiri tiltøk og dansur í ítróttarhøllini. Men í fjør var alt virksemið flutt oman á havnarlagið. Økið varð girða inni og fólk rindaðu so atgongumerki fyri at sleppa inn á økið. Hetta vísir seg at rigga væl, tí tað savnar betur fólkið á einum og sama stað.

Øll tann fyrireiking, sum nevndin og øll hini sjálvbodnu leggja í Bátastevnuna ger, at stevnan eydnast, at bátarnir fáa síni pláss, at øll tiltøkini á havnarlagnum eydnast og at tónleikurin og bátastevnudansurin geva bygdarfólki og gestum nakrar góðar upplivingar.