Bátastevnan 2014 riggar til

Fyrireikingarnar til stóru bátastevnuna í Vestmanna eru nú farnar í gongd av álvara. Bátastevnan í ár verður fríggjadagin 16. og leygardagin 17. maj. 16. maj er Dýri Biðjudagur og frídagur og hjá teimum flestu er tí talan um tríggjar samanhangandi frídagar. Siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna verður sum vanligt leygardagin.

Hetta er tólvta árið, at Bátastevnan er í Vestmanna. Undirtøkan og áhugin fyri stevnuni er støðugt vaksin og fólk hava latið væl at fyrireikingunum. Treyðugt so hevur veðrið nógv at siga, men veðrið hevur ongantíð verið tann stóra forðingin. Onkrar stevnur minnast vit fyri sjáldsamt dýrdarveður við bakandi sól og aðrar minnast vit fyri so nógvan vind, at bátarnir ikki sluppu avstað aftur sunnudag.

Tá fyrsta Bátastevnan byrjaði, visti eingin við vissu, hvørja lagnu hendan stevnan fór at fáa. Nú tólv ár eru liðin, hevur stevnan bitið seg so fast í hugan hjá bæði teimum, sum eiga bát og húsvogn og øðrum stevnuhugaðum fólki, at nevnir tú bátastevnu, so vita fólk, at talan er um Bátastevnuna í Vestmanna. At bátar eisini vitja á aðrar bátastevnur og luttaka í regattasigling er sjálvandi hugaligt, men Bátastevnan í Vestmanna eigur munin.

Bátastevnan hevur somuleiðis bitið seg fasta í kalendaran hjá fólki. Nógv taka sær ein ella tveir frídagar hetta vikuskiftið í maj og sjálvt útisiglarar royna, um tað ber til, at laga vaktirnar soleiðis, at teir kunnu vera heima á Bátastevnuni.

Tað var VÍF, sum tók stig til at skipa fyri fyrstu Bátastevnuni í 2002. Endamálið var at savna pening til nýggja kappróðrarneystið, har stórur tørvur var á peningi at gera húsið liðugt og at reka tað. Frá byrjan var málið eisini at seta Vestmanna í fokus nakrar dagar í maj og at savna vestmenningar og avbygdafólk til hugna á havnarlagnum.

Eitt var at fáa kappróðrarbátarnar undir tak, annað var at gera gomlu Mariannusagrund til eitt rættiligt venjingarhøli við trivnaði og sosialum umhvørvi. Hetta málið var rokkið í 2010 og væl er komið burturúr.

STÓRT  FYRIREIKINGARARBEIÐI

Tey fyrstu árini skipaði nevndin hjá VÍF fyri Bátastevnuni og eitt av tungu tøkunum hjá nevndini í 2006 var at útvega bátabrúgvarnar, bæði fyri at gera tað høgligari hjá bátum og fólki og fyri trygdina. Framman undan høvdu bátarnir ligið uttan á hvørjum øðrum.

Fyrireikingararbeiðið til eina slíka bátastevnu er stórt, tí hesar dagarnar er Vestmanna er vertur fyri millum 3000-4000 fólkum. Í 2007 var tí ein serstøk Bátastevnunevnd sett at skipa fyri tiltakinum. Eini 60-70 fólk hava antin rigga til, staðið á vaktum undir Bátastevnuni ella rudda upp dagarnar aftaná. Brúgvar skulu haldast viðlíka, leggjast út og takast uppaftur. Bátar og skip taka brúgvarnar upp á sleip og kranabilar átaka sær tunga lyfting á landi. Alt er ólønt og sjálvboði arbeiði og talan er um eitt ótal av tímum, sum fyrireikararnir við góðum huga hava lagt í hesar stevnurnar.

Bátastevnan hvílir sum so ongantíð, tí okkurt er at taka støðu til alt árið. Men fyrireikararnir hava havt mest at gera frá februar til juni. Tá handaliga arbeiðið á bryggjuni liggur í dvala, snýr tað seg um at samskifta við luttakandi bátafelagsskapir, húsvagnafeløg, ítróttarfeløg, myndugleikar, motorsúkklur og gongufeløg. Somuleiðis samskiftir nevndin við stuðlar, fjølmiðlar og ymsar heimasíður.

UNDIRTØKAN NÓGV VAKSIN

Bátastevnan er víðkað í vavi síðani hon byrjaði. Fyrstu árini vóru tað mest bátar, sum komu. Síðani løgdust húsvognar afturat. Nýggjar brúgvar eru útvegaðar og umfatandi el-útgerð og vatnveiting er riggað til á havnarlagnum. Brúgvarnar hevur Bátastevnan fingið sum gávu frá alifyritøkum. Tjøldini á bryggjuni hava somuleiðis havt stóran týdning. Í 2008 leigaði bátastevnunevndin tjald frá bátafelagnum á Toftum, men í 2013 leigaði nevndin eitt størri tjald úr Klaksvík.

Suppu- og snapsatølini vísa, hvussu nógv undirtøkan fyri Bátastevnuni er vaksin. Øll, sum á einhvønn hátt eru gestir á Bátastevnuni, fáa suppu, øl og snaps, tá bátarnir leggja at landið leygardag seinnapart. Í 2002 fingu eini 300 suppu, snaps og øl. Tey seinastu árini er talið komið upp í umleið 1700. Tað krevur góð fólk og neyva tilrættalegging at skipa fyri mati til so nógv fólk. Og annar matur enn suppa er á skránni. Í 2006 byrjaði eitt dreingjalið hjá VÍF at selja búffar. Árið eftir tóku næmingar á Fiskivinnuskúlanum yvir og í 2012 og 2013 hevur Hotel Føroyar staðið fyri matsøluni.

TRYGDIN STÓRAN TÝDNING

Ein sera týðandi partur av fyrireikingunum er trygdin á sjónum. Bátastevnan  samstarvar við Vørn, Norðoya Bjargingarfelag og bjargingarbátarnar Ziska og Lív, umframt Vestmanna sløkki- & bjargingarlið. Í hesum sambandi er bjargingarroynd fastur táttur á stevnuni. Bátastevnunevndin leggur eisini alstóran dent á trygdina á landi og havnarlagnum. Tí er skipað samstarv við m.a. løgregluna, og samarittar hjá Reyða Krossi eru á vakt meðan stevnan er.

Til 2013 var undirhaldið í sambandi við stevnuna eitt sindur spjatt. Umframt bátavirksemið á havnarlagnum vórufleiri tiltøk og dansur í ítróttarhøllini. Men í fjør var alt virksemið flutt oman á havnarlagið. Økið varð girða inni og fólk rindaðu so atgongumerki fyri at sleppa inn á økið. Hetta vísir seg at rigga væl, tí tað savnar betur fólkið á einum og sama stað.

Øll tann fyrireiking, sum nevndin og øll hini sjálvbodnu leggja í Bátastevnuna ger, at stevnan eydnast, at bátarnir fáa síni pláss, at øll tiltøkini á havnarlagnum eydnast og at tónleikurin og bátastevnudansurin geva bygdarfólki og gestum nakrar góðar upplivingar.