Fyrireikingarnar til Bátastevnuna í Vestmanna ganga væl, og nú er longu klárt at taka ímóti gestum. Fyrstu kampingvognarnir eru longu komnir, og væntast fleiri bátar og kampingvognar í vikuskiftinum, nú veðrið er av tí fagrasta. Fyrsta tiltakið verður longu hóskvøldið, við einum fyrilestri um tosk og makrel – eisini opnar matsølan í Hvonn-tjaldinum hetta kvøldið.

Nógvar tilmeldingar eru komnar, bæði til báta- og kampingpláss, so roknast kann við at tað verður sera góð undirtøka fyri Bátastevnuni aftur í ár. Hóast nógvu tilmeldingar, so er tað tó enn møguligt at tryggja sær pláss til bátin ella húsvognin. Økið til húsvognar verður uppbýtt soleiðis, at bæði familjur og onnur sum eru komin fyri at hugna sær, fáa tað sum tey ynskja sær.

Eins og undanfarin ár, verður tann stóri dagurin leygardagin 17. mai, tá ið allur bátaflotin savnast við Fútaklett kl. 14.30, og harfrá siglir inn á Vestmanna, har suppa o.a. gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum á kei-økinum báðar dagarnar, Hvonn-tjaldið verður opið allar dagarnar, har teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. verður at fáa. Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin á kei-økinum har Kim Hansen og Vestmenn spæla til dans.

Fríggjadagin 16. mai verður skipað fyri einum stórum barna- og ungdómstiltaki í stóra tjaldinum á kei-økinum, við luttøku av Anthony og Jasmin, ársins X-factor vinnarar, og Ævintýraferðini við Búa Dam og Dánjali á Neystabø.

Á heimasíðuni bs.fo er tilmelding fyri húsvognar og bílegging av føstum plássum til bátar. Bátar og húsvognar eru vælkomnir til Vestmanna eina viku frammanundan.

Atgongumerki til tiltøkini kunnu keypast í forsølu við munandi avsláttri, í Á-handlinum, Hjá Palla og Magn í Vestmanna og Kunningarstovuni í Tórshavn.

Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar Bátastevnu í Vestmanna hósdagin 15. til leygardagin 17. mai. Neyvari kunning um skránna er at síggja á bs.fo

Við Bátastevnu kvøðu

Bátastevnan 2014