About bs

This author has not yet filled in any details.
So far bs has created 36 blog entries.

Bátastevnan í Vestmanna verður í døgunum 24. til 26. mai

  Hetta er stevnan har bátafólk, kampingfólk og øll onnur eru vælkomin at savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.   “Hólmin” eitur nýggi flakin, ið er lagdur í kei-hylin har bátarnir liggja. Góður “bátatónleikur” verður at hoyra á hólmanum.   Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. Spæliland fyri børn verður á [...]

By |2018-05-03T09:30:36+00:0003/05/2018|Forsíðu tíðindi, Tíðindi| Comments

Skráin fyri Bátastevnuna 2018

Hósdagin 24. mai Kl. 17.00-23.30 Eta skipar fyri matsølu Kl. 20.00-23.00 “Syngið við kvøld” saman við Norrøna Dansiband / Magnus Magunssen Fríggjadagin 25. mai Kl. 16.00-01.00 Eta hevur matsølu í stóra tjaldinum Kl. 16.00-21.00 Spæliland fyri børn á kei-økinum og í lítla tjaldinum Kl. 17.30 Bassatiltak á kei-økinum og í lítla tjaldinum Kl. 19.00 Barnatiltak við Ævintýraferðini Kl. 20.00 Kularrøtur framføra Kl. 21.00-22.15 Jens Marni Hansen Kl. 22.15-22.45 Janus Wiberg Mortensen Kl. 22.45-23.30 Swangah Kl. 23.30-00.30 Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen [...]

By |2018-05-03T09:31:18+00:0011/04/2018|Forsíðu tíðindi| Comments

Bátastevnan 2018 verður 24-26 mai.

Ársins Bátastevna á Vestmanna verður í døgunum 24-26 mai. Skráin fyri tiltakið kemur út um stutta tíð, men atgongumerkir kunnu keypast inni á Bátastevnu appini, sum er til Iphone & Anroid. Samstundis bert til at ogna sær atgongumerkir inni á ebillett.fo Vit síggjast til 3 hugnaligar dagar í Vestmanna síst í mai Bátastevnan

By |2018-03-08T09:34:54+00:0008/03/2018|Forsíðu tíðindi| Comments

Takk fyri Bátastevnuna 2017

Vit vilja veita eina inniliga tøkk til øll hjálparfólkini o.o., sum hava gjørt eitt stórt arbeiði í sambandi við Bátastevnuni 2017. Uttan tykkara dygga stuðul hevði tað ikki eydnast so væl við tiltakinum. Somuleiðis vilja vit takka øllum bátastevnugestum fyri eina góða Bátastevnun 2017. Bátastevna verður aftur hin 25. og 26. mai 2018. Bátastevnunevndin

By |2017-05-22T13:32:34+00:0022/05/2017|Forsíðu tíðindi| Comments

Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Hetta er sekstandi árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu. Bátafólk, kampingfólk og øll onnur sum hava hug, savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Við bátabrúgvarnar eru hentleikar so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a. Somu hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar [...]

By |2017-04-26T16:24:42+00:0026/04/2017|Forsíðu tíðindi, Tíðindi| Comments

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016

Atgongumerki til Bátastevnuna 2016 Kostnaður fyri atgongumerki: Børn 5 ár og yngri: Ókeypis Børn 6-13 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina Vaksin og børn ≥14 ár: kr. 250,- í forsølu og kr. 350,- við inngongdina Atgongumerki til Bátastevnuna kunnu keypast í forsølu við at flyta kr. 250,- fyri hvønn vaksnan og kr. 80,- ~fyri hvørt barnið á konto í Bank Nordik 6460-1612087 Prenta bankaflytingina út og vís hana fram í atgongumerkjabúðuni á økinum. So [...]

By |2016-05-07T10:38:48+00:0018/04/2016|Forsíðu tíðindi| Comments

BÍLEGG PLÁSS Á BÁTASTEVNUNI 20. OG 21. MAI 2016!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo. Eisini kann ringjast til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 15 gerandisdagar. Kostnaðurin fyri pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 13. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og [...]

By |2016-04-14T18:30:10+00:0012/04/2016|Forsíðu tíðindi, Tíðindi| Comments

Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Umframt bátar eru eisini kampingvognar, sum í hópatali vitja á Bátastevnuni.   Bátabrúgvar verða gjørdar klárar eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til [...]

By |2016-04-07T18:25:16+00:0007/04/2016|Forsíðu tíðindi, Images, Tíðindi| Comments

Tøkk 2015

Nógvir bátar, fleiri húsvognar og umleið 3000 fólk vitjaðu tiltøkini á Bátastevnuna 2015. Og sera gott lag var á øllum. Nú Bátastevnan 2015 er løgd afturum, vilja vit takka øllum fyri eina góða stevnu. Vit veita eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu í Vestmanna, og takk fyri at tit gjørdu tað so hugnaligt at halda Bátastevnu, hóast veðrið ikki var til vildar. Vissuliga var undirtøkan sera góð, har út við 3000 fólk vóru til tiltøkini á [...]

By |2015-05-24T03:28:17+00:0024/05/2015|Forsíðu tíðindi, Images, Tíðindi| Comments
Go to Top