Bátastevnan í Vestmanna verður í døgunum 24. til 26. mai
Hetta er stevnan har bátafólk, kampingfólk og øll onnur eru vælkomin at savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. “Hólmin” eitur nýggi flakin, ið er lagdur í kei-hylin har bátarnir liggja. Góður “bátatónleikur” verður at hoyra á hólmanum. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. Spæliland fyri børn verður á [...]