Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki

Bátastevnan byrjar við einum Countrybraki, við Hallur Joensen, Kristinu Bærendsen og Halleluja Sofus, eisini verður lokali Magni Christiansen á palli. Í morgin, Kristi Himmalferðardag koma Coyntry-kongar og prinsessur á pall í Vestmanna, har tey fara at framføra kend og nýggj løg á stórari Countrykonsert á Bátastevnuni, sum er í Vestmanna hetta vikuskifti. Countrykonsertin byrjar hóskvøldið kl. 19.30, har Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Halleluja Sofus og Magni Christiansen fara at undirhalda við góðum tónleiki, bæði eginframleiðsla og góð gomul [...]

By |2016-04-06T12:20:23+00:0013/05/2015|Images, Tíðindi| Comments

Forsøla av atgongumerkjum til øll tiltøkini á Bátastevnuni

Atgongumerki við stórum avsláttri kunnu keypast í forsølu í Vestmanna til og við mikudagin 13. mai á hesum støðum: Á-handlinum, hjá P. Lamhauge og á Magnstøðini. Forsølan av atgongumerkjum heldur kortini fram hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai leygardagin 16. mai, men tá fyri fullan prís. Bátastevnan

By |2016-04-06T12:20:19+00:0009/05/2015|Images, Tíðindi| Comments

Skráin fyri Bátastevnuna 2015

Hósdagin 14. mai Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli. Fríggjadagin 15. mai Kl. 15.00 – 18.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli. Leygardagin 16. mai Kl. 11.00 – 15.00                   Krambúðin, heimavirkað vøra og kaffistova í Johnsa handli.

By |2016-04-06T12:20:17+00:0009/05/2015|Images, Tíðindi| Comments

Anne Nørdsti á Bátastevnuni í Vestmanna

Dansibanddronningin úr Norra Anne Nordsti verður at hoyra á Bátastevnuni í Vestmanna 14-16 mai. Anna spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni. Vit síggjas á ársins Bátastevnu í Vestmanna. Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo.

By |2016-04-06T12:20:13+00:0026/04/2015|Images, Tíðindi| Comments

X-Factor Finala á Bátastevnuni í Vestmanna

  Føroyski Jógvan og danska Emilia frá X-Factor finaluni, fara at draga nógv fólk til Bátastevnuna í Vestmanna í ár.   Eins og undanfarin ár, so hevur Bátastevnan eisini í ár, eitt stórt úrval av spennandi tilboðum – bæði til ung og eldri. Í ár draga vestmenningar nakað heilt serligt úr hattinum – tí fríggjakvøldið 15. mai kl. 20.00, bjóðar Bátastevnan øllum føroyingum til X-Factor finalu, í stóra teltinum á bryggjuni. Avtala er gjørd, bæði við fólkakæra føroyska [...]

By |2016-04-06T12:20:09+00:0022/04/2015|Images, Tíðindi| Comments

Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin av upplivingum ríkari, áðrenn kósin verður sett heim aftur. Somuleiðis verður klárt at koma við húsvogninum eina viku áðrenn, og seta hann á [...]

By |2016-04-06T12:20:05+00:0016/04/2015|Images, Tíðindi| Comments

Bílegg pláss á Bátastevnuni 14 -16 mai 2015!

Ætlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til tilmelding@bs.fo ella ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og [...]

By |2016-04-06T12:19:59+00:0012/03/2015|Images, Tíðindi| Comments

Bátastevnan 2015 í tríggjar dagar

Hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan. Bátastevnan varð upprunaliga ætlað til hugnaliga samveru fyri bátafólki. Seinni hevur tað víst seg, at nógv onnur fólk vilja savnast. Umframt bátar er stevnan nú víðkað til eisini at umfata kamping, motorsúkklur o.m.a. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Tvey tjøld verða sett upp, har øll tiltøkini verða. Matsøla verður allar stevnudagarnar í sera hugnaligum umhvørvi á kei-økinum. Aftaná innsiglingina av Fútakletti leygardagin [...]

By |2016-04-06T12:19:55+00:0002/03/2015|Images, Tíðindi| Comments

Elis Poulsen live frá Bátastevnuni 2015

Altíð vælupplagdi verturin frá sendingini “Upp á tá” hjá Kringvarpinum, Elis Poulsen, sendir live á Bátastevnuni fríggjakvøldi 15.mai. Elis fer at lodda dýpið á báta & camping økinum og spæla kendar slagarar innan dansiband musikk í stóra tjaldinum. Bátastevnan 2015

By |2016-04-06T12:19:52+00:0027/02/2015|Images, Tíðindi| Comments

Føroyskur og Norðurlendskur dansibandmusikkur á Bátastevnuni 2015.

 Í samband við Bátastevnuna 2015, so hava fyriskiparanir fingið Holmsve úr Norra og Hans Jacob og Vinmenn, at spæla til tann vælumtókta stórdansin á Bátastevnuni. Hans Jacob og Vinmenn eru væl kendir her á landi og verða teir fløguaktuellir um ikki so langa tíð. Sum skilst so er fínpussingin eftir av fløguni, so her er nógv at gleða seg til. Holmsve úr Norra eru ikki minni kendir fyri sín musikk, innan hesa tónleika sjangru. Teir spæla árið runt [...]

By |2016-04-06T12:19:48+00:0027/02/2015|Images, Tíðindi| Comments
Go to Top