Bátastevnan góða undirtøku

Fyrireikingarnar til Bátastevnuna í Vestmanna ganga væl, og nú er longu klárt at taka ímóti gestum. Fyrstu kampingvognarnir eru longu komnir, og væntast fleiri bátar og kampingvognar í vikuskiftinum, nú veðrið er av tí fagrasta. Fyrsta tiltakið verður longu hóskvøldið, við einum fyrilestri um tosk og makrel – eisini opnar matsølan í Hvonn-tjaldinum hetta kvøldið. Nógvar tilmeldingar eru komnar, bæði til báta- og kampingpláss, so roknast kann við at tað verður sera góð undirtøka fyri Bátastevnuni aftur í [...]

By |2016-04-06T12:19:42+00:0011/05/2014|Images, Tíðindi| Comments

Skrá fyri Bátastevnuna 2014

Skrá Hósdagin 15. mai Kl. 19.00 Fyrilestur um makrel/tosk á Fiskivinnuskúlanum við Petur Steingrund Kl. 17.00-24.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum Fríggjadagin 16. mai – Dýri biðidagur Kl. 11.00 Gudstænasta í Vestmanna kirkju Kl. 12.00-01.00 Matsøla í Hvonn-tjaldinum Kl. 16.00-21.00 Tivoli, hoppiborgir v.m. og Bassa tiltak í Tofta-tjaldinum. Tunnubátar í keihylinum Kl. 16.00-20.00 Málningaframsýning v/ Heidi Petersen í Seglhúsinum Kl. 19.00 Ævintýraferðin, Gyklarin og Anthony & Jasmin frá X-Faktor í Hvonn-tjaldinum Kl. 21.00 Konsert við Grandma`s Basement í Hvonn-tjaldinum Kl. [...]

By |2016-04-06T12:19:39+00:0007/05/2014|Images, Tíðindi| Comments

Forsøla av atgongumerkjum

Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu á hesum støðum: Vestmanna: Handilin hjá Palla Lamhauge, Magn støðin, Skivan og Á-handilin Tórshavn: Kunningarstovan Eisini ber til at skriva teldupost til batastevnan@vestmanna.fo ella ringja tlf. 599350, millum kl 8 og 16 gerandisdagar, og bíleggja atgongumerki. Kostnaður fyri atgongumerki: Børn 5 ár og yngri: Ókeypis Børn 6-12 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina Vaksin og børn >13 ár: kr. 195,- í forsølu og kr. [...]

By |2016-04-06T12:19:34+00:0016/04/2014|Images, Tíðindi| Comments

X-Factor á Bátastevnu!

  Vilt tú uppliva X-factor vinnararnar 2014, so er at leggja leiðina til Vestmanna fríggjadagin hin 16. mai.   Á Bátastevnuni í ár verður høvið at síggja og hoyra X-factor vinnararnar Antony & Jasmin. Tey framføra í stóra tjaldinum fríggjadagin 16. mai. Eins og undanfarin ár verður skipað fyri nógvum ymiskum tiltøkum bæði á sjógvi og landi. Her verður langteinakappróður, sigling av Fútakletti inn á Vestmanna og bjargingarroynd, tivoli, hoppiborgir, matsøla, tónleikur o.a. undirhald fyri børn, ung og [...]

By |2016-04-06T12:19:29+00:0016/04/2014|Images, Tíðindi| Comments

Bátastevnan 2014 í tveir dagar

Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna   Skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum. Seinni verður nærri kunning løgd á heimasíðuni www.bs.fo  um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a..   Fríggjadagin 16. mai verður ymist undirhald fyri børn. Um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum har kendir tónleikarar luttaka. Skipað verður fyri matsølu v.m. í tjaldinum. Leygardagin 17. mai verður suppa o.a. [...]

By |2016-04-06T12:18:52+00:0001/04/2014|Images, Tíðindi| Comments

Bátastevnan 2014 riggar til

Fyrireikingarnar til stóru bátastevnuna í Vestmanna eru nú farnar í gongd av álvara. Bátastevnan í ár verður fríggjadagin 16. og leygardagin 17. maj. 16. maj er Dýri Biðjudagur og frídagur og hjá teimum flestu er tí talan um tríggjar samanhangandi frídagar. Siglingin av Fútakletti inn á Vestmanna verður sum vanligt leygardagin. Hetta er tólvta árið, at Bátastevnan er í Vestmanna. Undirtøkan og áhugin fyri stevnuni er støðugt vaksin og fólk hava latið væl at fyrireikingunum. Treyðugt so hevur [...]

By |2016-04-06T12:18:52+00:0014/03/2014|Images, Tíðindi| Comments
Go to Top