Anne Nørdsti á Bátastevnuni í Vestmanna

Dansibanddronningin úr Norra Anne Nordsti verður at hoyra á Bátastevnuni í Vestmanna 14-16 mai. Anna spælir dansiband & country musikk. Hennara nýggjasta fløga “Elvis” sum kom út fyri kortum, fer meir yvir í country og tískil verður tað ein blandingur av báðum at hoyra á Bátastevnuni. Vit síggjas á ársins Bátastevnu í Vestmanna. Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo.

By |2016-04-06T12:20:13+00:0026/04/2015|Images, Tíðindi| Comments

X-Factor Finala á Bátastevnuni í Vestmanna

  Føroyski Jógvan og danska Emilia frá X-Factor finaluni, fara at draga nógv fólk til Bátastevnuna í Vestmanna í ár.   Eins og undanfarin ár, so hevur Bátastevnan eisini í ár, eitt stórt úrval av spennandi tilboðum – bæði til ung og eldri. Í ár draga vestmenningar nakað heilt serligt úr hattinum – tí fríggjakvøldið 15. mai kl. 20.00, bjóðar Bátastevnan øllum føroyingum til X-Factor finalu, í stóra teltinum á bryggjuni. Avtala er gjørd, bæði við fólkakæra føroyska [...]

By |2016-04-06T12:20:09+00:0022/04/2015|Images, Tíðindi| Comments

Bátastevnan í Vestmanna 14. – 16. mai

Summarið nærkast og tað ger Bátastevnan eisini. Nú eru bara 4 vikur eftir. Eina viku áðrenn stevnan byrjar, verður klárt at leggja bátin til brúgvarnar, sum verða lagdar út í havnabassenginum í Vestmanna. Pláss er til nógvar bátar og umstøðurnar verða framúr góðar hjá bátafólkinum at hugna sær og fáa nakrar góðar dagar og hópin av upplivingum ríkari, áðrenn kósin verður sett heim aftur. Somuleiðis verður klárt at koma við húsvogninum eina viku áðrenn, og seta hann á [...]

By |2016-04-06T12:20:05+00:0016/04/2015|Images, Tíðindi| Comments
Go to Top