Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Hetta er sekstandi árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu. Bátafólk, kampingfólk og øll onnur sum hava hug, savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Við bátabrúgvarnar eru hentleikar so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a. Somu hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar [...]